Vinnari av Barnaprix 2019 gjørdist William Da Silva

 William Da Silva Simonsen , Klara Mortansdóttir og Anna Ronja. Vinnarar av undankappingini í Løkshøll, Runavík.

Finalan verður í SMS 25 mai kl. 17:00

Her eru vinnarnir í Atlantis í Klaksvík : Paula, Theresa og Ebba… tillukku – Tær skulu leygardagin 25.mai kappast í finaluni sum verður í SMS kl 17.00.

GYLTA DJURHUS NEYSTABØ, EMILIA BROCKIE HANSEN OG ANNI KATE STEINKROSS JOENSEN KOMU VÍÐARI Í FYRSTA UNDANUMFARINUM Í BARNAPRIX KAPPINGINI, SUM VAR Á TORGINUM Í SMS SEINASTA LEYGARDAG. 11 FRAMFØRSLUR VÓRU VIÐ Í KAPPINGINI OG ALLAR VÓRU SERA GÓÐAR, SO TAÐ VAR RINGT HJÁ DÓMARUNUM AT VELJA TEY TRÝ, SUM SKULDI FARA VÍÐARI, TÍ STØÐIÐ VAR SERA HØGT. FLEIRI AV TEIMUM SUM IKKI KOMU VÍÐARI, SØGDU AT TAÐ SUM HEVÐI STØRST TÝDNING FYRI TEY, VAR AT VERA VIÐ, OG TAÐ GJØRDI IKKI SO NÓGV AT TEY IKKI KOMU VÍÐARI. FYRIREIKARNIR VÓNA, AT TEY HALDA ÁFRAM AT SYNGJA OG MELDA TIL KAPPINGINA NÆSTA ÁR.