REGLUGERÐ

Reglugerð

Barnaprix 2019

Man velur sjálvur lag man vil syngja, men treytin er, at teksturin er sømiligur.

Fyrireikararnir gera av um lagið kann góðtakast. Fyrireikararnir útvega tey valdu løgini.

Um tað ikki ber til at útvega tað valda lagið, má luttakari velja eitt annað. Lag kann eisini vera heimagjørt.

Um lag er heimagørt skal tað góðskumetast av fyrireikarunum.

Heimagjørd løg skulu latast fyrireikarunum talgilt og sendast umvegis teldupost: info@barnaprix.org.

Tað kunnu í mesta lagi vera 3 fólk á pallinum í senn. t.v.s. Luttakari + dansarar, ella kór. Luttakari má verða fyltur 8 ár, og í mesta lagi verða fyltur 13 ár, tá ið tekning fer fram.

(Hetta omanfyrinevnda er eisini galdandi tá finalan er).